Avrik

Her sæst eitt úrval av verkunum hjá Smáhús – frá hjallum og smáhúsum til terassur og gongubreytir. Trýst á eina mynd fyri at síggja hana størri.

Hornsgøtan á Skála

Gamla Hornsgøtan á Skála varð gjørd av nýggjum. Gøtan gongur frá nýggju útstykkingini á Hórheiðum og oman móti bygdini og er nú vorðin ein góð gonguleið gjøgnum økið.

Voyt var høvuðsentreprenørur á arbeiðinum, og Smáhús hjálpti til við etableringini av gøtuni. Okkara partur av arbeiðinum var millum annað at seta kantbrettini fram við gøtuni, áðrenn hon varð fylt og liðugtgjørd.

Tvídeildur skúrur – hjallur og goymsla

Ein snild loysn: hjallur og goymsla í einum. Praktiskt, snøgt og væl gagnnýtt pláss.

Sergjørt goymsluskáp

Eitt sergjørt goymsluskáp/fluguskáp, tillagað til verandi bygning og gjørt eftir ynskinum hjá kundanum. Sniðgivið av kundanum – framleitt av Smáhús.

Frá gomlum hjalli til nýggjan

Gamli hjallurin hevði tænt væl, men nú var ikki nógv gott eftir. Hjallurin varð tikin niður, og ein nýggjur hjallur varð bygdur upp aftur á staðnum – frá fundamenti og gólvi til timburgrind, tak og klædning.

Skótahúsið við Løkin

Vit hava arbeitt við at betra um økið kring Skótahúsið við Løkin. Nýggj terassa, gongubreytir og atkomur binda bygningarnar saman og gera tað bæði lættari og hugnaligari at ferðast um økið – samstundis sum heildarútsjóndin er lyft nógv.

Skúrur við hálvtaki

Kundin hevði ynski um ein skúr til goymslu og eitt hálvtak, sum gevur lívd og skapar eitt hugnaligt øki undir takinum. Ein praktisk og snøgg loysn, sum hóskar væl til verandi sethús og umhvørvi.

Hvølpalás

Ymisk snið av hvølpalásum – gjørd við virðing fyri einum 4000 ára gomlum handverki. Evnað, formað og pussað við hond.

Hjallur við eigarans egna dámi

Ein hjallur, sum vit hava smíðað, og har eigarin sjálvur hevur sett sín egna dám á. Við vøkrum litum og hugflogi er hjallurin vorðin ein serstakur staður, sum røkir føroysku siðvenjuna og gevur rúm fyri tí persónliga stílinum.

Nýggjur hjallur

Nýggjur hjallur klárur at handa eigaranum.

Skúrur 6 m²

Bygdur við nærlagni og góðum handverki. Vatn- og vindtættur og klárur til bjálving innan – hentur til goymslu av alskyns útgerð.

Smáhús 7 m²

7 m² av góðum handverki, bygt til føroyskt veður. Ein praktisk loysn, klár til nýtslu.

Tvey smáhús

Tvey smáhús – eitt nýtt í bakgrundini og eitt, har eigarin hevur sett sín dám á við svørtum liti og flagtekju.

Vakurt og haldført

Við vælútvaldum tilfari og eyga fyri smálutum er endamálið at gera smáhúsið bæði vakurt og haldført.

Eitt føroyskt snið – rúmligt og hent

Ein samanrenning av føroyskum siði og praktiskari hugsan. Við eini tvídeildari loysn bjóðar hjallurin bæði pláss til hjall og goymslu, og tekjan er gjørd til at taka ímóti flagnum.

Snikkað til eftir máti

Hvør uppgáva verður snikkað til eftir máti og í samráð við ynski og tørv kundans. Vit byrja altíð við eini samrøðu, og vit nýta bert dygdargott tilfar, so úrslitið verður bæði haldført og vakurt.

Serstakur hjallur

Klárur at leggja dubbaplast og flag á tekjuna. Hjallurin hevur nævur og torvhald, og rimarnar hava flugunet.

Hjallur 8,5 m²

Snøggur og rúmligur hjallur á 8,5 fermetur.

Hjallur uml. 6 m²

Snøggur hjallur á umleið 6 fermetur. Breidd 215 cm, longd 275 cm og hædd 300 cm.

Hevur tú eina uppgávu?

Ring ella skriva fyri eitt óbindandi prát.

Smáhús
Timburarbeiði eftir tínum ynski
+298 280200
smahus@smahus.fo