Sola

Stødd

Sola 140: 133 × 145 cm · Sola 210: 210 × 207 cm

Prísur

Frá kr. 54.900

Tilfar

Hitaviðgjørt granntræ – fæst í natúrligum ella svørtum sniði.

Prísurin er vegleiðandi. Tú fært altíð eitt óbindandi tilboð, áðrenn vit byrja.

Sola er ein stílfull og nútímans uttandura sauna við reinum linjum og avrundaðum hornum. Hon er gjørd úr hitaviðgjørdum granntræi og hevur eitt einfalt snið, sum hóskar væl inn í ymisk uttandura umhvørvi. Inni er Sola innrættað við góðum beinkjum, har tú kanst sita og njóta hitan. LED-ljós undir beinkjunum og aftan fyri rygglenið skapa eina fjálga og hugnaliga stemning.

Sola fæst í tveimum støddum. Sola 140 hevur pláss til 2 persónar, meðan Sola 210 hevur pláss til upp til 6 persónar.

Litir

Natúrligt træ, ljósur, myrkur ella svartur.

Vindeyga á bakvegginum

Vilt tú njóta útsýnið? Sola 210 kann fáast við panorama-vindeyga á bakvegginum, sum gevur gott útsýni og letur meira dagsljós inn í saunauna. Ynskir tú meira privatlív, kann hon eisini fáast við afturlatnum bakveggi.

Samanseting

Sola verður latin ósamansett, men ynskir tú eina lidna loysn, kann Smáhús seta hana saman fyri teg.

Fleiri møguleikar

Set teg í samband við okkum og fá faldaran við fullari kunning um útgerð, tilval og teir ymisku møguleikarnar til saunauna.