Luma er ein klassisk tunnusauna við rundum sniði og einum hugnaligum útiøki við beinkjum frammanfyri. Runda sniðið gevur saunauni eina sermerkta útsjónd og hjálpir samstundis til at halda væl upp á hitan.
Luma fæst í tveimum útgávum, Cosy og Comfy, og í fleiri ymiskum longdum. Tú kanst velja eina stødd, sum hóskar til tín tørv og plássið, har saunaunan skal standa.
Saunaan er gjørd úr hitaviðgjørdum granntræi og er innrættað við góðum beinkjum. Útiøkið frammanfyri gevur tær eitt gott stað at sita og køla teg niður millum saunatúrarnar.
Luma kann tillagast við ymiskum vindeygjaloysnum, litum, ljósi og ovnum.
Litir
Luma fæst við trimum ymiskum yvirflatum: ljósari olju, myrkari olju ella svartari yvirflatu.
Vindeyga
Vilt tú njóta útsýnið? Luma kann fáast við hálvum ella heilum panorama-vindeyga á bakvegginum.
Ovnur
Tú kanst velja ímillum ymiskar ovnar. Verður hálvt panorama-vindeyga valt, mæla vit til ein vegghongdan ovn. Verður heilt panorama-vindeyga valt, skal ovnurin vera frístandandi.
Set teg í samband við okkum, so hjálpa vit tær at finna ovnin, sum hóskar best til tína sauna.
Samanseting
Luma verður latin ósamansett, men ynskir tú eina lidna loysn, kann Smáhús seta hana saman fyri teg.
Fleiri møguleikar
Set teg í samband við okkum og fá faldaran við fullari kunning um útgerð, tilval og teir ymisku møguleikarnar til saunauna.