Garda

Stødd

L 223 × B 223 × H 254 cm

Prísur

Úr kr. 228.000

Tilfar

Hitaviðgjørd fura uttan og hitaviðgjørt aspitræ innan

Prísurin er vegleiðandi. Tú fært altíð eitt óbindandi tilboð, áðrenn vit byrja.

Garda er ein kompakt uttandura sauna við einum reinum og minimalistiskum sniði. Við sínum einfalda og stilreina útrykki fellur Garda væl inn í ymisk umhvørvi.

Garda er 223 × 223 cm og 254 cm høg. Saunaen fæst í tveimum útgávum, har tú kanst velja vindeyga á síðuni ella aftan fyri saunauna. Hurðin kann latast upp til høgru ella vinstru.

Tilfar

Inni er Garda klødd við ljósari hitaviðgjørdari øsp, sum gevur saunauni eitt reint og fjálgt útrykk. Uttan fæst hon við ymiskari útsjónd, so til ber at velja ta loysnina, ið hóskar best til húsini og umhvørvið.

Glas

Glashurðin og vindeygað geva gott dagsljós inn í saunauna. Garda fæst annaðhvørt við vindeyga á síðuni ella aftan fyri saunauna.

Ljós

Garda hevur LED-ljós inni í saunauni, sum skapa ein fjálgan og behagiligan dám.

Ovnur

Garda kann útgerast við HUUM CORE 10,5 kW saunaovni og stýring, sum eisini kann stýrast við fartelefon.

Samanseting

Garda verður latin liðug og kemur samansett og klár at seta upp.

Fleiri møguleikar

Set teg í samband við okkum og fá faldaran við fullari kunning um útgerð, tilval og teir ymisku møguleikarnar til saunauna.