Kaia

Stødd

Kaia S: 170 × 190 cm · Kaia L: 250 × 190 cm

Prísur

Úr kr. 113.500

Tilfar

Hitaviðgjørt granntræ · aluminiumstak

Prísurin er vegleiðandi. Tú fært altíð eitt óbindandi tilboð, áðrenn vit byrja.

Kaia er ein snøgg og nútímans uttandura sauna við reinum linjum og einum minimalistiskum sniði. Kompakta sniðið ger, at hon hóskar væl til bæði smærri og størri útiøki.

Kaia fæst í tveimum støddum. Kaia S hevur pláss til 2–3 persónar, meðan Kaia L hevur pláss til upp til 4 persónar. Kaia L hevur harumframt eitt lítið útiøki frammanfyri saunauna. Saunaan er gjørd úr hitaviðgjørdum granntræi og er innrættað við góðum beinkjum. LED-ljós skapa ein fjálgan og hugnaligan dám bæði inni og uttan.

Litir

Kaia fæst við natúrligum ella svørtum uttara sniði.

Vindeyga

Kaia kann fáast við ella uttan vindeyga. Kaia S kann fáast við avlangum vindeyga, meðan Kaia L eisini kann fáast við sermerkta runda vindeyganum.

Ovnur

Tú kanst velja ímillum ymiskar ovnar. Set teg í samband við okkum, so hjálpa vit tær at finna ovnin, sum hóskar best til tína sauna.

Samanseting

Kaia verður latin liðug og kemur samansett og klár at brúka.

Fleiri møguleikar

Set teg í samband við okkum og fá faldaran við fullari kunning um útgerð, tilval og teir ymisku møguleikarnar til saunauna.