Nora

Stødd

Nora 210: 210 × 211 cm · Nora 250: 210 × 251 cm

Prísur

Úr kr. 78.700

Tilfar

Hitaviðgjørt træ – fæst í natúrligum ella svørtum sniði.

Prísurin er vegleiðandi. Tú fært altíð eitt óbindandi tilboð, áðrenn vit byrja.

Nora er ein stílfull og væl gjøgnumførd uttandura sauna, sum fæst í tveimum støddum. Klassiska sniðið og stóru glasflaturnar geva saunauni eina eksklusiva útsjónd, samstundis sum tú fært gott útsýni úr saunauni.

Inni er Nora innrættað við góðum beinkjum úr hitaviðgjørdum viði, har tú kanst sita ella liggja og njóta hitan. LED-ljós undir beinkjunum og aftan fyri rygglenið skapa ein fjálgan og hugnaligan dám.

Frammanfyri saunauna er eitt útiøki við beinkjum, sum gevur tær eitt gott stað at sita og køla teg niður millum saunatúrarnar.

Nora fæst í tveimum støddum. Nora 210 hevur pláss til upp til 4 persónar, meðan Nora 250 hevur pláss til upp til 6 persónar.

Litir

Nora fæst við natúrligum ella svørtum uttara sniði.

Vindeyga á bakvegginum

Vilt tú njóta útsýnið? Nora kann fáast við panorama-vindeyga á bakvegginum, sum gevur gott útsýni og letur meira dagsljós inn í saunauna.

Ovnur

Tú kanst velja ímillum ymisk sløg av ovnum. Set teg í samband við okkum, so hjálpa vit tær at finna ovnin, sum hóskar best til tína sauna.

Samanseting

Nora verður latin ósamansett, men ynskir tú eina lidna loysn, kann Smáhús seta hana saman fyri teg.

Fleiri møguleikar

Set teg í samband við okkum og fá faldaran við fullari kunning um útgerð, tilval og teir ymisku møguleikarnar til saunauna.