Mira

Stødd

Mira S: 162 × 158 cm · Mira L: 222 × 219 cm · Hædd 246 cm

Prísur

Úr kr. 164.800

Tilfar

Eksklusiv uttandura sauna við stórum glasflatum og minimalistiskum sniði.

Prísurin er vegleiðandi. Tú fært altíð eitt óbindandi tilboð, áðrenn vit byrja.

Mira er ein eksklusiv og nútímans uttandura sauna, har snið, dygd og detaljur ganga upp í eina hægri eind. Reinu linjurnar og stóru glasflaturnar geva saunauni eina eleganta og tíðarleysa útsjónd og lata útsýnið og umhvørvið gerast ein natúrligan part av sauna-upplivingini.

Inni er Mira innrættað við góðum beinkjum og einum ljósum og opnum rúmi, har tú kanst sita ella liggja og njóta hitan. Stóru glasflaturnar skapa eitt serligt samband millum saunauna og umhvørvið uttanfyri.

Við Mira eru møguleikarnir nógvir. Hon kann gerast partur av einum størri útiøki við terassu, heitum potti, køliøki ella øðrum vælveruloysnum. Bara hugflogið setur mørk.

Mira verður latin samansett, so tú fært eina lidna og eksklusiva sauna, klára at seta á ætlaða staðið og gera til reiðar til nýtslu.

Stødd

Mira fæst í tveimum støddum: minna sniðið er 162 cm breitt og 158 cm djúpt og rúmar tvey fólk. Størra sniðið er 222 cm breitt og 219 cm djúpt og rúmar fýra. Bæði eru 246 cm høg.

Litir

Mira fæst í fleiri ymiskum litum, so hon kann tillagast umhvørvinum og tínum ynskjum.

Mira hevur LED-ljós og er úr góðsku-viði bæði innan og uttan.

Samanseting

Mira verður latin liðug og kemur samansett og klár at brúka.

Fleiri møguleikar

Set teg í samband við okkum og fá faldaran við fullari kunning um útgerð, tilval og teir ymisku møguleikarnar til saunauna.